Klaksvíkskvinnur í SMS

Í døgunum 2. til 6. juni hava fimm kvinnur listaframsýning á Torginum í SMS.

Tær fimm eru: Dagny Tróndheim, Astrid Mouritsen, Sigga Petersen, Gull-Britt Hansen og Lydia Petersen. Tær hava allar málað í fleiri ár og luttikið á ymiskum felagsframsýningum, eins og tær hava sýnt fram sjálvar og tvær og tvær. Felags fyri tær allar fimm er at tær eru úr Klaksvík.


Talan er um eina søluframsýning, og málningarnir eru flest allir í akryl.