Í ár verður talan um NSÍ, EB/Streym, B36 og KÍ, ið fara at kappast um heiðurin, ið HB vann sær í fjør. Sum nakað nýtt, hevur KÍ í ár valt at fyriskipa einari serligari kapping fyri »Føroya bestu dreingjum«, ið er kapping millum bestu liðini úr Dreingjadeildini í føroysku kappingini. Her er talan um liðini TB/VB, HB og KÍ. Hensin nýggi táttur byrjar leygarmorgunin klokkan 9:00, og síðani fara ymisk fjølbroytt tiltøk at mynda vikuskiftið í Klaksvík. Millum annað verða ymsar forkunnugar vitjanir í Café KÍ, har gott ábit eisini er at fáa. Vit kunnu nevna, at millum gestirnar á Café KÍ vera millum annað Eyðun Klakstein, Uni Arge, Heðin Askham, Johan Nielsen og Sigfríður Clementsen