Klaksvíkskapping verður um vikuskiftið

Um vikuskiftið verður Klaksvíkskappingin, sum í nógvar mátar er seinasta fyrireikingin undan landskappingini, sum byrjar 8. mars. Tað er KÍ, sum skipar fyri Klaksvíkskappingini og er altíð við. Síðani eru tað tey trý bestu mótstøðuliðini frá farna kappingarár.

Til kappingina í ár hevur HB givið avboð, tí liðið skal á venjingarlegu í Suðuroynni. HB bleiv nummar fýra í fjør og tí kemur nummar fimm, Víkingur, við.

Luttakararnir í ár eru tí KÍ, B36, NSÍ og Víkingur. Lutakastið vil tað soleiðis, at NSÍ og B36 spæla tíðliga seinnapartin leygardagin, og KÍ tekur móti Víkingi klokkan 16. Síðani verða bronsudystirnir og finalan sunnudagin. Bronsudysturin verður klokkan 13.30 og finalan klokkan 16.

Klaksvíkskappingin:

Leygardagin:

Klokkan 13.30 NSÍ-B36

Klokkan 16.00 KÍ-Víkingur 

Sunnudagin:

Klokkan 13.30 Dystur um 3. plássið

Klokkan 16.00 Finalan