Klaksvíksgentur vóru aftur fagrast

Fípan Fagra vann enn eina ferð í stórum stíli. Vágagenturnar tykjast ætla sær at vera við í kappingini á komandi stevnum

 

5?mannafør gentur


Fípan Fagra var sannførandi í heimasjógvi, og hon var eins sannførandi, tá tær kappaðust á jóansøku. Á málinum var munurin aftur til Sílið úr Havn væl meiri enn ein bátslongd. Fípan Fagra var fremst, tá startspurturin var av, og tær stýrdu allari kappingini um fremsta plássið.

Stórur spenningur var um næstu plássini. Høvuðsstaðarbátarnir Sílið og Blikur fóru so at siga í senn um málstrikuna, men Sílið var frammanfyri. Blikur var ikki leysur av Tjaldrinum, men so var munurin stórur aftur til næstu bátarnar.

Undanfarin ár hava bátarnir í Vágum verið sera eyðsýndir í hesari kappingini, men higartil í ár hevur einki ligið fyri, hvørki hjá Ørnini ella hjá Frúnni.

Á jóansøku vóru kortini ábendingar um, at tað kanska fer at hilnast eitt sindur betur á komandi stevnum, enn tað hevur gjørt higartil hjá vágabátunum. Bæði Ørnin og Frúgvin vóru aftarlaga eftir fyrstu metrarnar, men báðir bátarnir arbeiddu seg upp og teir fingu báðir stig.

Merkisvert var tað eisini í hesari kappingini, at báturin hjá vestmenningum royndist so illa.