10-mannafør: Á Norðoyastevnu var tað bara í tveimum teimum aftastu tøkunum, at Klaksvíkingur var frammanfyri Vestmenning. Soleiðis var tað ikki í dag á Sundalagsstevnu í Hósvík, tí klaksvíkingar vóru alla tíðina fremstir.
Klaksvíkingur fekk betri start enn Vestmenningur og Hoyvíkingur, sum beinanvegin datt afturav og ongantíð gjørdi seg galdandi í kappingini.
Vestmenningur bjóðaði fleiri ferðir av, men Klaksvíkingur hevði sinniliga yvirskotið og stýrdi kappingini. Vestmenningur fór fyrri undan endaspurtin, og eina løtu tóktist tað sum um, munurin fór at styttast, men í endaspurtinum var eingin ivi. Klaksvíkingur rann frá Vestmenningi, og á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd.
Klaksvíkingur 09:29.18
2 Vestmenningur 09:32.21
3 Hoyvíkingur 09:53.17
Støðan
1 Klaksvíkingur 14
2 Vestmenningur 12
3 Hoyvíkingur 10