Klaksvíkingur tippar

Klaksvíkingurin, Kristian Joensen, er ein av ágrýtnu og dugnaligu tipparunum í Føroyum.

Hann luttekur, sum tann einasti føroyingurin, í eini kapping á heimasíðuni hjá Dansk Tipstjeneste. Teir eru níggju luttakarar, og nú átta hava tippað, liggur Kristian Joensen á odda.

Vinnarin av hesi kapping fær, umframt tann heiðurliga tittulin "Ugens Gæstetipper", ein fótbóltsdyst, eftir egnum ynski, í Premier League í Englandi.
Um Kristian skuldi verið so heppin at vunnið, so ætlar hann sær at hyggja eftir einum dysti á Anfield Road, sum er heimavøllurin hjá Liverpool.