Klaksvíkingur stýrir Niclasen-fyritøku

- Eg var til flogbóltskapping í Klaksvík, tá Jørgen Niclasen segði, at hann hevði brúk fyri einum nýggjum leiðara.

Hann var til flogbóltskapping í Klaksvík, tá Jørgen Niclasen kom og segði, at hann hevði brúk fyri einum nýggjum leiðara í Handilsvirkinum í Sørvági.

 

- Men, áðrenn nakar kundi setast, skuldi málið fyri á nevndarfundi í felagnum. Tað endaði so við, at eg tók við stjórastarvinum í Sørvági.

 

Tað sigur klaksvíkingurin, Símun á Høvdanum, sum síðan 1. februar í ár hevur verið stjóri í Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági.

 

Símun á Høvdanum er rættiliga royndur innan hesa vinnugrein og kom longu sum 11-12 ára gamal nógv í timburhandilin í Klaksvík, har pápin starvaðist eina hálva øld.

 

Longu í 1994 gjørdist Símum á Høvdanum stjóri í Klaksvíkar Timburhandli, sum hann, beiggin og pápin tá keyptu og áttu fram til oktober mánaða í 2005.

 

- Eg trívist væl her vesturi, og arbeiði mikudagar burtur av á deildini, sum vit hava stovnað á Varpinum í Klaksvík, sigur stjórin í Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági, Símun á Høvdanum.