Tað var als einki at rafla um, tá ið 10-mannaførini róða í góðveðrinum á Skálafjørðinum í dag.
Klaksvíkingurin vann ein sera sannførandi sigur. Hann fekk besta startin, og hann var fremstur allan 2000 metra teinin. Í endaspurtinum vístu klaksvíkingar, at tað búði væl meiri í teimum, enn tað búði í hinum, tí Klaksvíkingur var stinnastur í endaspurtinum, og á málinum var hann tvær bátslongdir fremstur.
Merkisvert var tað, at hesa ferð eydnaðist tað Vestmenningi at vinna kappingina um næstfremsta plássið ímóti Suðuroyingi. Harvið er Klaksvíkingur sannførandi á odda í FM kappingini.
Havnarbáturin var aftur í dag aftastur.
Nú punktum er sett fyri næsta FM kappingardegnum kann staðfestast, at hesa ferð vunnu allir teir somu bátarnir, sum vóru bestir á Norðoyastevnu.
Leygardagin verður kappast á Sundalagsstevnu á Kollafirði.
10-mannaførini
1 Klaksvíkingur 08:53.07
2 Vestmenningur 08:58.07
3 Suðuroyingur 08:59.15
4 Havnarbáturin 09:07.19
Støðan
1 Klaksvíkingur 14
2 Suðuroyingur 11
3 Vestmenningur 11
4 Havnarbáturin 8










