Klaksvíkingur heiðraður

Klaksvíkar Býráð skipaði fyri móttøku í býráðshøllini síðsta leygardag, har fólk vóru savnað at heiðra Klaksvíkingi.

Hópin av fólki var komið saman í býráðshøllini at fegnast saman við manningini á Klaksvíkingi. Varaborgarstjórin Jógvan Skorheim helt røðu og handaði ein kekk. Sama gjørdi Eyðun Kjølbro vegna Norðoya Sparikassa.

Jórun Høgnesen forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag takkaði og gav manningini eina slipsanál, sum var gjørd til høvið. Síðani hugleiddi Jóannes Hansen um rógving og rógvingarbrøgd. At enda takkaði Heini Hátún vegna manningina.