Klaksvíkingur fyri sættu ferð

10-MANNAFØR: Tað var ein vøkur sjón, tá ið punktum varð sett fyri kappróðurin á Fjarðastevnu. Í dýrdargóðum líkindum at rógva í, fóru 10-mannaførini skúmandi frá Rókalandinum innanfyri Saltnes og meiri ella minni tvørtur um fjørðin, framvið býlinginum við Sjógv og inn ímóti Hulki.

Klaksvíkingur var aftur hesa ferð fremstur, og aftur hesa ferð var hann eina bátslongd frammanfyri Vestmenning, tá ið teir fóru um málið.

Eisini hesa ferð hevði Vestmenningur hug at bjóða av fyrsta partin av teininum. Kanska var hann hálvan skutin fremstur í startspurtinum, so gekk eina løtu javnt á, áðrenn Klaksvíkingur stakk seg framum og legði seg ein mannin fyri og annan eftir fram um Vestmenning, og tá ið hesir báðir kappingarneytarnir komu skúmandi fram ímóti málinum var leyst teirra millum.

Hoyvíkingur var aftur hesa ferð á bronsuplássinum.

Nú er tað ikki spurningurin, hvør fer at vinna FM gull og silvur. Spenningurin næstu dagarnar verður, um Vestmenningur á Ólavsøku fer at megna at gera nakað við kappingarneytan, sum teir alt summar hava givið góða kapping, men ongantíð hava vunnið á.

 

1 Klaksvíkingur 09:58.06

2 Vestmenningur 10:01.17

3 Hoyvíkingur 10:19.13

 

Støðan

1 Klaksvíkingur 42

2 Vestmenningur 36

3 Hoyvíkingur 30