Klaksvíkingur vann kappingina millum 10-mannaførini á ólavsøku. Tað bar við sær, at Klaksvíkingur er FM vinnari í 2017, og harvið fingu Klaksvíkingar bæði í posa og sekk, nú tað eydnaðist at vinna, eftir at Ormurin Langi hevur vunnið tvær tær undanfarnu ferðirnar.
Tað var beinanvegin greitt, at Klaksvíkingur fór at vinna FM. Treytin var, at Klaksvíkingur skuldi ikki endað aftast. Í fyrstu tøkunum løgdu Ormurin Langi og Klaksvíkingur seg framum hinar bátarnar, og so stóð kappingin millum hesar báðar bátarnar.
Klaksvíkingur legði seg skjótt rongina og so skutin framum, og tað eydnaðist at halda tørn.
Ormurin Langi vildi ikki geva skarvin yvir, og tað var ein framúr sjón hjá áskoðarunum at eygleiða hesar báðar bátarnar fara skúmandi fram ímóti málinum.
Klaksvíkingur megnaði at halda tørn um leiðsluna, og talan var um so sera søtan sigur. Tað vóru lærlingarnir, sum vunnu á lærumeistarunum umborð á Orminum Langa. Tað fær valla verið betri bæði at vinna á ólavsøku og at vinna FM, tá ið tað vóru sovornir úrmælingar, ið noyddust at lúta.
Sera stórur fagnaður í leguni hjá klaksvíkingum og norðoyingum, sum fara norður aftur við trimum FM heitum - Fípan Fagra, Sundabáturin og Klaksvíkingur - og fløggini í Norðdepli og Hvannasundi og eisini í Klaksvík eru longu vundin í húnarhátt.
1. Klaksvíkingur 4.21.06
2. Ormurin Langi 4.21.49
3. Drekin Reyði 4.26.37
4. Havnarbáturin 4.33.20
5. Gamli
FM úrslitið
1. Klaksvíkingur 46
2. Ormurin Langi 42
3. Drekin Reyði 38
4. Havnarbáturin 28
10-mannafør Masters
1. Vestmenningur 4.46.14
2. Tórsbáturin
Meiri....