Klaksvíkingur dregur frá hinum

10-MANNAFØR: Klaksvíkingur hevur í dag á Jóansøku á Tvøroyri vunnið triðja av trimum sigrum í ár. Hesa ferð var talan um lutfalsliga greiðan sigur. Vestmenningur og Klaksvíkingur vóru mest sum stavn um stavn á fyrsta teininum, meðan Hoyvíkingur beinanvegin dragnaði og á málinum var einar tríggjar bátslongdir aftanfyri hinar.

Orsaka av veðurlíkindunum - havalda á 2000 metra málinum - kappaðust 10-mannaførini á 1500 metrum. Tá ið bátarnir fóru um 1000 metra málið, var Klaksvíkingur farin eitt sindur frá Vestmenningi, og hóast altíð treisku vestmenningarnir royndu at bjóða av, so var tað Klaksvíkingur, sum stýrdi róðrinum og syrgdi fyri, at talan ongantíð aftur av álvara gjørdist um tætta kapping.

Á málinum var Klaksvíkingur gott og væl leysur av Vestmenningi. Munurin var fýra sekund, sum er størsti marginalurin, ið higartil hevur verið millum tveir teir fremstu bátarnar. Á Sundalagsstevnu var munurin gott og væl trý sekund, og á Norðoyastevnu var hann mest sum eingin.

Hoyvíkingur stóð seg betri hesa ferð, enn hann hevur gjørt tær báðu undanfarnu ferðirnar. Hesa ferð var fjarstøðan fram til Vestmenning tíggju sekund. Á Sundalagsstevnu var hon 21 sekund, og á Norðoyastevnu var hon fjúrtan sekund.

 

 

1 Klaksvíkingur 06:32.03

2 Vestmenningur 06:36.03

3 Hoyvíkingur 06:46.11

 

1 Klaksvíkingur 21

2 Vestmenningur 18

3 Hoyvíkingur 15