Í bygdahúsinum í Hvalvík, ið nevnist Streymahús, komu klaksvíkingar mansterkir inn á gátt. Talan varð greið, teir ætlaðu sær øll fýra stigini við tí í eyga at leggja seg ájavnt havnarmonnum í oddanum.
Dysturin endaði við stórsigri til klaksvíkingarnar, 3,5-0,5, men kundi eins væl koppa hinvegin. Allir átta telvarnir vórðu í tíðarneyð.
Rani Nolsøe úr Klaksvík vann á fyrsta borði móti Martini Brekká. Martin stóð betur, men við eitt vendist fyrimunurin, Rani fekk frífinnu og hereftir varð tað hann sum royndi at vinna. Rani telvaði væl í tíðarneyðini og vann sannførandi.
Á øðrum borði varð eitt rættuliga spennandi talv millum Ólavur Simonsen úr Klaksvík og Finnbjørn Zachariassen. Ólavur vann, men í tíðarneyðini hevði Finnbjørn kontrakjansir í einari støðu har Ólavur stóð aktivari. Eftir tíðarneyðina fekk Ólavur rók, men Finnbjørn stóð somikið væl at hann royndi eina løtu aftrat, men Ólavur vann at enda.
Hálva stigið hvalvíkingar fingu fekk Sámal Christiansen á triðja borði móti Steintóri Rasmussen. Steintór fór í álop og offraði bisp fyri tríggjar finnur og fekk heilt góða støðu, men Sámal fann allatíð bestu leikirnar og fekk at enda ævigt skák.
Tummas M. Anthoniussen og Bergur Magnussen hittust á fjórða borði. Sera javnt varð, men Tummas fekk tó lítlan fyrimun áðrenn tann herviliga tíðarneyðin byrjaði at ávirkað talvið. Tummas setti ein heldur ørkymlaðan Berg mát mitt í tíðarneyðini.
Hálvt stig til hvalvíkingarnar. Stormur og glopraregn yvir Hvalvík hendan dagin varð av sonnum merkt_
Støðan undan síðsta umfar:
Havnin 26
Klaksvík 25,5
Kollafj. 16
Hvalvík 15
Sandavág 13
Toftir 12,5
Allir dystirnir næsta vikuskiftið eru av stórum týdningini. Havnarmenn møta toftamonnum, sum stríðast undan niðurflyting, klaksvíkingar møta sandavágsmonnum, sum eisini stíðast undan niðurflyting og so er tað dysturin um triðja pláss millum hvalvíkingar og kollfirðingar.
Ómøguligt er at spáa um hvør vinnur deildina, men eitt er greitt; havnarmenn eru hálvt stig framanfyri og kunnu tí sjálvir avgera føroyameistaraheitið.
Síðsta umfar verður í kommunuskúlaauluni leygardagin 4. mars kl. 12.00. Hetta verður eitt felagsumfar, har allar dystirnir í deildunum verða telvaðir undir somu lon.