Klaksvíkingar vunnu FM í íverksetan

Tað vóru næmingar í Tekn­iska Skúla í Klaksvík, sum vunnu føroysku und­an­kapp­ing­ina til finaluna í European Bus­i­ness ­Game.

FM kappingin í European Bus­i­ness Game var í Vest­manna mikudagin, har sjey bólk­ar vóru.
– Kappingin var sera jøvn, og vinn­andi bólkurin gjørdist Dip­Fish frá gymnasialu tøkn­i­breyt­ini á Tekniska Skúla í Klaks­vík, sigur skúlastjórin, Rúni Heinesen.
Í kappingini, European Bus­i­ness Game, skulu næm­ingar stovna eitt hugsað virki, umframt at teir skulu gera eina virkisætlan, fíggj­ar­ætl­an og kanna marknaðin.
– Vinnandi verkætlanin snúði seg um at gera dypp úr livr­a­lýsi við teimum sunnu O­m­ega 3 feittsýrunum.
– Teir tríggir næmingarnir, Háv­arð­ur Vinjardsson Gutt­e­­sen, Tummas Vang Magn­us­sen og Baldur Meitil hava gjørt royndir og funnið fram til eitt væl­smakkandi dypp, sum hósk­ar væl afturvið fiski.
Tíggju evropeisk lond eru við í kappingini, og næm­ing­arnir frá Tekniska skúla hava nú vunnið sær rætt at umboða Føroyar í evr­op­isku kappingini fyri mið­náms­skúl­ar, sum verður í It­al­ia í summar.