Klaksvíkingar vunnu FM

Talan var um ein gysara av teimum heilt stóru, tá endaumfarið í talvi var í læraraskúlahøllini í dag.

Undan hesum umfarinum vóru klaksvíkingar skutin framman fyri Vestmanna Talvfelag, og sum dagurin leið, so øktir spenningurin bara.

Dysturin hjá Klaksvíkar Talvfelag 1 móti Havnini endaði hampuliga skjótt, og har gjørdist úrslitið 2-2. Tí skuldu vestmenningar vinna við í minsta lagi 3-1 á Klaksvík 2, og tann dysturin tók langa tíð at avgreiða.

Í nærum fýra tímar máttu bestu klaksvíkingarnir bíða og vóna, men tá 4. borðið hjá Klaksvík 2 basti borðinum hjá vestmenningum, fall avgerðin at kalla.

Endastøðan varð soleiðis, at klaksvíkingar høvdu eitt hálvt stig fleiri enn Vestmanna. Og tað gjørdi ikki dagin verri, at talan gjørdist um hat-trick hjá Klaksvík. Bæði 3. deild og unglingar vunnu nevnliga eisini sínar kappingar. Vestmenningar vunnu kappingina í 2. deild.