Klaksvíkingar vunnu billardgull

Kristian Sune Høgnesen og Hallur Joensen ringir at taka Tað fær bara ongan enda. Klaksvíkingar eru ikki til at taka. Aftur í ár hevur Klaksvíkar Billardfelag vunnið eina føroyameistarakapping í billard fyri lið. Við manningini Kristian Sune Høgnesen og Halli Joensen vann KBF1 trygt meistaraheitið við 54 stigum og einum meðaltali uppá 25,6 eygu. Silvur fekk billardfelagið FRÆLSI við Steinbirni í Dali og Jan Müller. Teir fingu 34 stig og 17 eygu í meðal. Bronsan fór til Havnar Klubba, sum fekk 26 stig og eitt meðaltal uppá 20 eygu. Manningin var Niels Nielsen og Jógvan Jørgensen. Nr. 4 var Tvøroyrar Billardfelag við 26 stigum og 18,51 eygum í meðal og aftast var KBF2 við 20 stigum og 17 eygum í meðal.

 

Í kappingini í 2. deild vann Tvøroyrar Billardfelag við 44 stigum og 10.13 eygum í meðal. Manningin var Páll Heri Nolsøe og Rókur Dimon. Nr. 2 gjørdist Havnar Klubbi1 við 42 stigum og 9.12 eygum í meðal, við manningini Høgna Højgaard og Friðbjarti Reinert. Nr. 3 bleiv Klaksvíkar Billardfelag við 34 stigum og 8,60 eygum í meðal, og manningini Allan Larsen og Urbanus Olsen. Nr. 4 bleiv Havnar Klubbi2 við 22 stigum og nr. 5 gjørdist nýggja billardfelagið í Havn, Kúlurnar við 10 stigum.

 

Føroyameistarakappingin fyri einskalingar verður spæld í Havnar Klubba hósdag, fríggjadag og leygardag í hesi vikuni. 12 mans eru við, teirra millum verandi føroyameistarin Kristian Sune Høgnesen, sum er tann spælarin, ið hevur staðið seg nógv best í liðkappingini eisini. Har endaði hann við ikki færri enn 28 eygum í meðal, sum er óhoyrt í føroyskum billardhøpi. Men hann fer kortini ikki at fáa nakra lætta uppgávu, tí fleiri aðrir góðir spælarar eru við í endaspurtinum av hesi billardsesongini, m.a. Hallur Joensen, Max Rasmussen og Niels Nielsen.