Klaksvíkingar vunnu alt

Eftir er ?Atlantic Airways Cup? - einstaklingakappingin í billard. Innleiðandi umfarið verður í vikuskiftinum

Billard

Tað mundi neyvan koma ávart á, at Klaksvíkar Billardfelags vann báðar FM kappingarnar fyri lið í billard. Seinasta vikuskiftið vórðu seinastu kappingarnar og úrslitið eftir tær (einstakir dystir eru tó eftir men broyta einki), er at Klaksvíkar Billardfelag vann 1. deild triðja árið á rað. Felagið vann so eisini 2. deild og hevur harvið tryggjað sær tvey lið í 1. deild næsta ár.

Nú er so eftir at spæla tann stóra staklingakappingin, sum hesaferð hevur fingið heitið ?Atlantic Airways Cup?. Flogfelagið er sponsor. Fimtan mans verða við í tí innleiðandi umfarinum í Havn komandi vikuskifti. Av teimum koma sjey víðari, sum saman við verandi føroyameistara, spæla sjálvt finaluumfarið 16. og 17. apríl í Kagganum.