Klaksvíkingar vinna FM í billard triðja árið á rað

Kappingin hevur verið rættiliga jøvn, og hava bæði Mimir og Tvøroyrar Billardfelag givið klaksvíkingum kapping, men tá avtornaði vóru drivnu spælararnir úr Klaksvík nógv bestir. Í seinasta dystinum vunnu teir 6-2 á Mimi. Á liðnum hjá Mimir spældu Steinbjørn í Dali og Jan Müller. Tvørámenn gjørdu eisini eitt gott hál í sínum seinasta dysti móti Havnar Klubba, tá teir vunnu 8-0. Á teirra liði spældu Max Rasmussen og Óli Joensen.

 

Úrslitið av kappingini gjørdist, at Klaksvíkar Billardfelag gjørdist nr. 1 og fekk gull. Mimir gjørdist nummar 2 og fekk silvur, og Tvøroyrar Billardfelag fekk bronsu. Hini bæðini liðini í kappingini, Havnar Klubbi og Klaksvíkar Billardfelag2 blivu ávikavist nr. 4 og 5.

 

Kappast verður aftur komandi vikuskifti. Tá verður spælt um føroyameistaraheitið fyri einstaklingar. Kappingin verður spæld í spildurnýggju hølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag, sum eru verkstaðbygninginum hjá Einari Mortensen, sála, miðskeiðis millum Klaksvíkar Klubba og KÍ høllina.

 

Høvuðssponsorur til billardkappingarnar er Føroya Bjór.