Nógv hevur verið skrivað í fjølmiðlunum um nýggju upphaldstrappuna í Vágsbotni, og tá hon um vikuskiftið varð tikin í brúk sást eisini, at stórur áhugi var millum havnarborgarar fyri nýggjasta íkastinum til miðbýin í høvuðsstaðnum.
Fyri fólk kring landið kann tað tó tykjast heldur løgið, at so nógv hóvasták verður gjørt um eina trappu, og í gjár kom eisini eitt lítið prik frá klaksvíkingum, ið mintu á, at eisini í næststørsta býnum í Føroyum hava tey trappur.
Tað er Íverksetarahúsið í Klaksvík, ið hevur lagt eina mynd út við fleiri fólkum, harímillum Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Jógvan Lützen, býráðslimur, ið sita á gomlu Kjølbro trappuni.
- Í Klaksvík hava vit eisini trappur, hendan er frá 1950-inum, skrivar Íverksetarahúsið í Klaksvík á Facebook.








