Klaksvíkingar ávara politikarar

Tað er gamaní hjá politikarum at vera blíðir við pengum hjá vinnuni

- Vinnan eigur ikki at tyngjast av beinleiðis tilfeingisgjøldum.

 

Hesa ávaringingina fáa politikarar í morgun frá Vinnulívsráðnum í Klaksvík

 

Jógvan við Keldu, sum er talsmaður fyri Vinnulívsráðið, sigur, at við hesi ávaring, verður, í øllum álvarsemi, dentur lagdur á, at fella hesi gjøldini burtur, fer tað at gagna bæði fólki og vinnulívi í longdini.

 

- Vinnan rindar vanliga skatt og onnur avgjøld, og hon gevur einum hópi av fólki arbeiði, og eisini tey rinda skatt og avgjøld.

 

- Tað vísir seg tíverri at politikarum dámar væl at vera blíðir fyri vinnunnar rokning, sigur Vinnulívsráðið í Klaksvík.

 

Tey halda, at gongdin er vandamikil og sum gongdin er, verður tað helst ógjørligt um nøkur ár at menna okkara útflutningsvørur

 

Trýst HER og les meiri um, hví tey ávara politikararnar, og hví tey halda, at vørumenning helst verður ógjørlig um nøkur ár.