Klaksvíkingar tryggir í oddinum

Aftur hesaferð var tað Drekin Reyði, sum basti Orminum Langa í kappingini um næstfremsta plássið

Tað gekk nett soleiðis á jóansøku, sum tað gjørdi, tá ið 10-mannaførini kappaðust á norðoyastevnu.

Klaksvíkingur stakk seg beinanvegin framum hinar, og Klaksvíkingur hevði alla tíðina stavnin frammanfyri hinar.

Tá ið hvíti báturin við reyða stokkinum og bláu rimini fór um málið, var knappliga ein bátslongd aftur til teir báðar næstu bátarnar.

 

Sum á norðoyastevnu, so var tað aftur í dag Drekin Reyði, ið alla tíðina var næstfremstur. Ormurin Langi hevði í endaspurtinum hug at bjóða av í kappingini um næstfremsta plássið, men Drekin Reyði svaraði aftur.

 

Burtursæð frá allar fyrstu tøkunum, so var Havnarbáturin aftastur. Fjarstøðan var tó ikki serliga stór. Tað var ikki hálv onnur bátslongd frá Klaksvíkingi, sum vann, og aftur til Havnarbátin, sum var nummar fýra og aftastur.

 

 

1 Klaksvíkingur 04.21.46

2 Drekin Reyði 04.24.03

3 Ormurin Langi 04.24.38

4 Havnarbáturin 04.25.40

 

FM

1 Klaksvíkingur 14

2 Drekin Reyði 12

3 Ormurin Langi 10

4 Havnarbáturin 8