Klaksvíkingar stóra framgongd

Team Klaksvík, sum síðsta vetur bara vann ein dyst, hevur nú longu fingið trý stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar og kann ikki longur roknast sum »prügelknabe«

Tá klaksvíkingar síðsta vetur brádliga eitt kvøldið vunnu á H71, bleiv tann søgan sligin stórt upp – eisini á hesum síðum. Tað var eisini serliga stuttligt, tí hetta var einasti sigurin hjá Team Klaksvík alt kappingarárið!
Nú er eitt nýtt kappingarár í gongd í Atlantic Airways-kappingini, men nú er tað eingin longur, ið sær góð úrslit hjá Team Klaksvík sum tær stóru sensatiónirnar. Hetta, tí talan er um eitt lið, ið sjónliga er blivið sterkari og hevur fingið meira skipaðar umstøður, eitt nú við Claus Rasmussen sum venjara.
Fyrsta dystin tapti Team Klaksvík á Skála, har StÍF vann við fýra málum, men so vunnu klaksvíkingarnir á – enn eina ferð – hoyvíkingum, áðrenn teir í gjár vóru í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har tað eydnaðist teimum at fáa javnleik, 22-22 ímóti Kyndli.
Í hinum dystinum hetta umfarið, sum var leygardagin í Hoyvík, vann H71 33-29 á StÍF, og var hetta fyrsti sigurin hjá hoyvíkingum.

Neistin koyrir á
Í Sunset-kappingini hjá kvinnum er eingin yvir ella við síðuna av Neistanum, sum í gjár var í Vestmanna og vann enn ein ruddiligan sigur. VÍF-kvinnurnar kundu einki gera við føroyameistararnar, sum vunnu við fimtan málum, 40-25.
Hin dysturin, sum var í høllini á Hálsi í Havn, snúði seg meira um, hvussu liðini bæði skuldu roknast í mun til restina, tí hann var millum kvinnurnar hjá Kyndli og Tjaldri. Kyndil kann arga tey betri, meðan Tjaldur er viknað nógv, men kortini gjørdist talan um ein ikki so ójavnan dyst, ið Kyndil vann við fimm málum, 30-25. Toppskjúttin hjá Tjaldri, Adina Petrea, skoraði heili 17 mál!