Klaksvíkingar so nógv bestir

Tað var lagt upp til dramatikk og stóran spenning. Orsøkin var tætta kappingin millum Klaksvíking og Eysturoying á 2000 metrum á Varmakeldu í Fuglafirði.

Í dag varð kappast á 1000 metrum, og tí kundi tað roknast við, at kappingin fór at verða uppaftur tættari.

Men soleiðis gekk tað ikki. Klaksvíkingur legði seg framum beinanvegin, og Klaksvíkingur var fremstur allan vegin. Eysturoyingur royndi onkra ferðina at bjóða av, men tað kendist sum um, at klaksvíkingar høvdu sinniliga og likamliga yvirskotið, sum skuldi til fyri at varðveita oddasessin.

Á málinum var munurin millum tveir teir fremstu mest sum ein bátslongd, og frá Eysturoyingi og aftur til Ormin Langa vóru næstan tvær bátslongdir.

Í FM kappingini er munurin millum Klaksvíking og Eysturoying tvey stig, og tað ber við sær, at Klaksvíkingur nú er stórfavorittur at vinna FM heitið.

 

Úrslit

1 Klaksvíkingur 04:23.19

2 Eysturoyingur 04:26.01

3 Ormurin Langi (RK) 04:32.21

 

Støðan

1 Klaksvíkingur 40

2 Eysturoyingur 38

3 Ormurin Langi (RK) 30