Klaksvíkingar snýttir

Eftir ein fyrra hálvleik, har Víkingarnir hertóku Injector Arena, stríddi KÍ seg aftur í dystin. Men alt var til fánýtis, tá dómarin í yvirtíðini púrasat óskiljandi peikaði á brotsteigarblettin

Fótbóltur

 

Drama og dómaramistak. Tað munnu vera orðini, ið best lýsa tað, sum hendi seinastu løtuna av dystinum í Klaksvík millum KÍ og Víking.

Myndirnar, sum eru tiknar av hendingini, siga millum lítið og einki, tá rættleikin av avgerðini skal staðfestast. Ikki annað enn at talan er um luftdyst millum Rógva Jacobsen og Atla Gregersen. Og hóast Atli fór um koll í tvídystinum, var ikki ein tann einasti av spælarunum hjá Víkingi, sum appeleraði fyri einum dómi.

Tí var tað mest sum at biðja um rok, tá peikað varð á brotssparksblettin, og rokinum slapst heldur ikki undan. Áðrenn brotssparkið varð tikið, hevði KÍ fingið trý gul og eitt reytt kort.

Og so sóust Víkingarnir annars fegnast, tá Sam Jacobsen sendi brotssparkið í netið. Á knæ lógu eitt nú óhepnu hetjurnar, Geza Turi og Niclas Niclasen. Geza átti sín stóra leiklut, tá Heðin á Lakjuni javnaði fyri KÍ, og Niclas misnýtti gyltan møguleika at punktera dystin, tá hann brendi brotsspark ímóti barndómsfelagnum.

 

Lítið um KÍ

Fyrra umfarið var annars ikki tað stóra, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakran serliga dramatiskan dyst.

Klaksvíkingarnir hava verið sera sveiggjandi í ár, og dysturin hesa ferð tóktist vera ein av teimum heilt laku. Víkingarnir vóru hinvegin grammir, og teir settu seg eisini tungt á dystin. Ikki minst takkað verið einum sera góðum press-spæli á miðvøllinum, har Sølvi Vatnhamar sýndi stórspæl. Tað var kanska eitt sindur ímillum góðu møguleikarnar, men ta einu ferðini bankaði Atli Gregersen bóltin beint upp um eftir hornasparksstøðu, og aðru ferðina var sami spælari óheppin, tá flatt skot varð sent á stólparótina.

Málið kom tó beint fyri steðgin. Hanus Jacobsen sendi diagonalt av vinstra bakki, og so kuni Sam Jacobsen í flúgvandi stíli sneiða bóltinum innum.

 

Intenst

Eftir steðgin komu tó aðrir bollar á suppuna. KÍ-venjarin hevði helst givið sínum spælarum av grovfíluni, og teir fóru nú undir veruliga bjargingarroynd. Í størri mun vóru teir nú teir, sum trýstu mótstøðuna, og tó at Víkingur við kviku áleyparum sínum hevði nøkur góð kontra-vápn, so byrjaði tað at líkjast eini útjavning.

Um miðjan fyrra hálvleik kom eisini ein avgerandi støða. Andreas Lava Olsen smoygdi sær brádliga avstað, og tá beinini vórðu tikin undan honum í brotsteiginum, var bert eitt hjá dómaranum at gera.

Niclas Niclasen átók sær uppgávuna móti barndómsfelagnum, men Jákup Mikkelsen hevði lisið hann av, og so livdi KÍ enn. Og tá Geza Turi so droppaði, tá Heðin á Lakjuni stutt seinni legði bleytan frísparksbólt innfyri, hevði liðið eftir øllum at døma mist sín møguleika.

Og hóast heppið, so var útjavningin kanska ikki heilt óuppiborin. Í einum seinna hálvleiki, har intensiteturin og nærdystirnar vóru í hásæti, hevði KÍ veruliga strítt seg upp. Tað kostaði nógvar kreftir hjá øllum monnum, og meira enn eina ferð mátti dómarin fáa hjálparfólk á vøllin, tá spælarar venaðu seg eftir harðliga viðferð.

Í so máta gjørdist talan um undirhaldandi uppgerð, tó at spælið ikki var flótandi. Og spenningurin og dramatikkurin slapp altso at kóka yvir seinstu løtuna. Men tað er altíð keðiligt, tá dramatikkurin hevur sítt útgangsstøði í eini sera ivasamari dómaraavgerð. Og tað verður fyrst og fremst hendan, sum dysturin í Klaksvík verður mintur fyri.