Teir eru farnir at hvíla seg í Bern í Sveis, og KÍ liðið og føroyskur fótbóltur hevur alla orsøk til at vera væl nøgd við avrikið hjá KÍ og støðuna, sum framvegis er málleysur javnleikur.
Klaksvíkingar hava hildið høvdið høgt og verið kaldir alla tíðina, og teir hava á ongan hátt verið niðurspældir av stórfavorittunum í Young Boys, sum eru á heimavølli.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð sjálvsálitið uppaftur størri. Eftir langt innkast frá Patrik Johannesen snittaði Heini Vatnsdal bóltin til handara stólpa, har Jákup B. Andreasen var um reppið at vera í heilt góðari støðu.
Og so var tað risastóri møguleikin, tá ið raski Páll A. Klettskarð vann bóltin aftarnfyri miðstrikuna í vinstru, spældi til Jesper Brinck, ið beinanvegin legði fram til Ole Erik Midtskogen, sum rann frá verjuni og var í heilt góðari støðu, tá ið hann smekkaði til, men málverjin bjargaði við beinparadu.
Páll A. Klettskarð varð tá tuskaður mitt fyri málið, og hevði Ole Erik Midtskogen havt sæð hann, so hevði talan verið um 100 prosent málmøguleika. Hetta var størsti málmøguleikin í fyrra hálvleiki.
Young Boys var fyrra partin av fyrra hálvleiki væl meiri á bóltinum, og tað vóru fleiri vandamiklar støður. Men var sjálvan, at talan var um upplagdan málmøguleika. Kristian Joensen í KÍ málinum bjargaði beinanvegin meistarliga, tá ið tað eftir innlegg úr vinstru varð stútað úr stuttari fjarstøðu.
Tað ráddi um at vera væl skipaðir í verjupartinum, at byrgja uppfyri skjótum álopum og vera serliga vakin í deyðbóltsstøðum, segði KÍ venjarin, Mikkjal Thomassen, fyrr í dag í samrøðu við in.fo
Í fyrra hálvleiki hava klaksvíkingar megnað hetta meistarliga, og teir hava megnað framúr væl at lisið, tá ið heimamenninir hava roynt seg við eitt tvey samanspæli.
Fyrri hálvleikur hevur kosað trý gul kort – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen og Deni Pavlovic – og tað kann verða dýrt í seinna hálvleiki, sum tað nú við stórum spenningi verður bíðað eftir. Millum klaksvíkingar í Bern og í Klaksvík og KÍ viðhaldsfólk kring allan heimin og føroyskar fótbóltsfjepparar sum heild.
Young Boys - KÍ (0-0)
KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Jóannes Bjartalíð (Boris Dosljak, 89.), Deni Pavlovic (Jonn Johannesen, 77.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen - Ole Erik Midtskogen (Steinbjørn Olsen, 93.), Páll A. Klettskarð
Á beinkinum: Geza Túri, Dávid Langgaard, Ólavur Niclasen, Børge Petersen
Venjari: Mikkjal K. Thomassen











