Klaksvíkingar skulu nú velja eldraráð

Avgerð er nú tikin um, at val til eldraráð í Klaksvíkar Kommunu verður hósdagin 23. februar 2012 í býráðshøllini. Vallistarnir skulu latast valnevndini í seinasta lagi hósdagin 26. januar.

Eftir tilmæli frá Sosialu nevnd og Fíggjarnevndini samtykti býráðið á býráðsfundi 18. oktober 2011 at seta á stovn eldraráð í Klaksvíkar Kommunu.

Avgerð er nú tikin um, at fyrsta valið verður hósdagin 23. februar 2012.

Valskeiðið er 4 ár. Fyrsta valskeið eldraráðsins verður frá 1. mars 2012 til 31. desember 2016

At fyrireika valið er sett ein trýmannað valnevnd við hesum limum: Anna Maria Joensen, forkvinna, umboðandi Sosialu deild; Hans J. Heinesen, umboðandi Fólkayvirlitið, og Maria Thorsteinsson, umboðandi býráðumsitingina annars.


Í viðtøkunum fyri eldraráðið, sum býráðið hevur samtykt, er ásett:

• Eldraráðið er ráðgevi hjá kommununi og fær í lag samskifti millum eldru borgarnar og kommununa.

• Eldraráðið verður kunnað um tiltøk, sum hava týdning fyri tey eldru, og eigur at samarbeiða við kommunustýrið fyri at tryggja, at atlit verður tikið til ynski og tørv hjá teimum eldru.

• Eldraráðið skal koma við hugskotum og virka fyri, at vitan og royndir hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt.