Klaksvíkingar settu tingini upp á pláss aftur

Tað tók sína tíð, áðrenn teir fingu høvi at kappast. Men tað loysti seg hjá teimum, sum bíðaðu eftir, at 10-mannaførini skuldu kappast.

Talan var um sannan dramatikk. Tríggir bátar - Suðuroyingur, Vestmenningur og Klaksvíkingur - stevndu í góðveðrinum stavn um stavn fram ímóti málinum. Teir skiftust um at vera á odda, og eina løtu sá tað út til, at Klaksvíkingur, sum annars hevur verið stinnastur í FM kappingini, skuldi detta burtur ímillum í tøttu og hørðu kappingini.

Í endaspurtinum tóktist tað sum um, at klaksvíkingar høvdu eyka orku. Klaksvíkingur stakk seg ein skut framum kappingarneytarnar, og á málinum var munurin frá vinnarabátinum og aftur til fremsta kappingarneytan eitt lítið sekund, meðan tað frá Suðuroyingi og aftur til Vestmenning var eitt stórt sekund.

Nólsoyingur og Vestmannabáturin megnaðu ongantíð at blanda seg upp í kappingina um sigurin.

Fyri tveimum vikum síðani mundi tað kennast sum vónbrot hjá klaksvíkingum, at teir noyddust at lúta fyri óføru suðuroyingunum, eftir at teir høvdu vunnið tíggju róðrar á rað. Úrslitið í dag undirstrikar, at tað er torført at vinna á hesi manningini. Vinnararnir so at siga settu tingini upp á pláss aftur.

Hetta var fjórði sigurin í ár hjá Klaksvíkingi, sum nú er stórur favorittur at endurvinna FM heitið. Tað eru fimm stig frá Klaksvíkingi og aftur til Suðuroying, sum er tvey stig frammanfyri Vestmenning.

Vestmenningar høvdu vónað, at tað skuldi eydnast teimum at vinna í heimasjógvi, men framvegis er tað soleiðis, at vestmenningar ikki hava vunnið síðani á Ólavsøku 2010.

 

1 Klaksvíkingur 04:40.17

2 Suðuroyingur 04:41.14

3 Vestmenningur 04:42.22

4 Nólsoyingurin 04:54.24 1G

5 Vestmannabáturin 05:03.05

 

Støðan

1 Klaksvíkingur 34

2 Suðuroyingur 29

3 Vestmenningur 27

4 Havnarbáturin 12 1G

5 Nólsoyingurin 4 1G

6 Vestmannabáturin 3