Klaksvíkingar settu met í avhølving

Tað er ongantíð áður komið fyri, at sigurin í kappingini millum 10-mannafør á ólavsøku hevur verið so trivaligur, sum hann hesa ferð var tað hjá klaksvíkingum

Tað kann ikki sigast annað, enn at tað var við manér, tá ið klaksvíkingar í síðsta róðrinum yvirhøvur í hesum róðrarárinum staðfestu, at teir í 2009 eiga besta 10-mannafarið.

FM heitið varð tryggjað við sigri, sum var trivaligari, enn nakað 10-mannafar nakrantíð hevur vunnið ólavsøkuróðurin.

Tíðirnar í kappróðri skulu takast við stórum fyrivarni. Tøknin hevur ikki altíð verið tann, sum hon nú er, og tað kann gott vera, at teinarnir ikki altíð hava verið eins langir, sum tíðirnar hava verið mátaðar á. Men á ólavsøku man tað hava verið so nágreiniligt og neyvt, sum tað ber til at verða.

Og so eigur tað sjálvsagt at verða undirstrikað, at tað eisini eru umstøður, sum spæla inn, sum einki hava við venjingarstøðu og taktikk hjá manningunum at gera. Her verður hugsað um ætt og vindmegi og rák og aldu.

Men í hvørjari kapping eru umstøðurnar eins hjá teimum, sum luttaka. Tíðirnar í ólavsøkuróðrunum einstøku árini eru sambærligar.

Sum so mangan sagt áður, so hevur tað síðani 1973 verið kappast um FM eftir galdandi skipan. Øll hesi árini hevur ólavsøkukappróðurin verið av Argjahøvda, fram við Molanum og inn undir Skipafelagið.

Hesa ferð var vinnaratíðin hjá Klaksvíkingi 3.56.19. Ormurin Langi var næstur á mál við tíðini 4.03.15. Tað vil siga, at tað vóru 6.96 sekund ella góðar tvær bátslongdir millum tveir teir fremstu. Hetta var met.

Á heimasíðuni drekin.fo eru úrslit og tíðir at finna aftur til 1973. Tvey tey fyrstu árini eru bara úrslitini og ikki tíðirnar. Undan sigrinum hjá Klaksvíkingi í ár var dyggasti ólavsøkusigurin í kappingini millum 10-mannafør tann hjá Skálabátinum í 1993. Ta ferðina var vinnaratíðin hjá Skálabátinum 3.59.72. Havnarbáturin kom næstur á mál, og tíðin hjá honum var 4.05.40. Munurin var tískil 5.68 sekund ella knappliga tvær bátslongdir.

Klaksvíkingar høvdu kanska ætlað sær at tikið ólavsøkumetið. Tað stavar frá 1992, tá ið Skálabáturin róði stutta teinin í 3.52.00. Tað eydnaðist ikki. Fyri seytjan árum síðani høvdu væl trimmaðu skálamenninir blíðari byr, enn klaksvíkingarnir hesa ferð høvdu.

Merkisvert er tað, at bæði í 1992 og í 2001 høvdu tríggir teir fremstu betri tíð, enn vinnara tíðin hjá Klaksvíkingi hesa ferð var.


Ongantíð nakar ivi

Nógv fokus var í døgunum upp undir ólavsøku á teimum á Eysturoyingi, sum við broytingum vónaðu, at tað á Ólavsøku skuldi bera til at vinna á Klaksvíkingi.

Manningin á Klaksvíkingi hevði fokus á sínum førleika, og har var eingin slingur í valsinum. Hvat hevði havt verið, um teir á Eysturoyingi ikki høvdu havt skift nýggja bátin um vit tann gamla, og um teir ikki høvdu havt skift tveir menn út, fæst ongantíð at vita.

Millum ósvaraðu spurningarnar er, um sigurin hjá Klaksvíkingi hevði havt verið metstórur. Í róðrarhøpi verður víst á, at bæði Klaksvíkingur og Eysturoyingur hava havt framgongd, síðani bátarnir á Norðoyastevnu fóru stavn um stavn um málið. Úrslitini boða frá, at framgongdin hjá Klaksvíkingi hevur verið størri, enn hon hevur verið hjá Eysturoyingi.

At ólavsøkuroyndin hjá Eysturoyingi ikki var heppin varð undirstrikað í, at Eysturoyingur fyri fyrstu ferð í ár ikki kom á mál sum annar av teimum fremstu. Meðan Klaksvíkingur longu í startspurtinum stakk seg skutin og hálva bátslongd framum hinar bátarnar, so eydnaðist tað ongantíð Eysturoyingi at vinna seg fram á næstfremsta plássið. Ormurin Langi var allan tann stutta teinin næstfremstur, og hann var lítlan skut frammanfyri Eysturoying, tá ið teir fóru um málið.

Havnarbáturin luttók fyri fyrstu ferð í ár. Men hóast lítla venjing, so var tað um reppið, at Havnarbáturin fekk fatur á Eysturoyingi. Tað var bara reingin – og kanska minni enn so - á muni, tá ið bátarnir fóru um málið.

Altjóða manningin umborð á Hoyvíkingi fekk staðfest, at tað ber til at uppliva áskoðarafjøld í kappróðri, sum spælir leiklut, ið minnir um, tá ið tað verður kappast í t. d. fótbólti. Altjóða rógvararnir fingu eisini staðfest, at hóast teir eru trimmaðir so væl, at teir teljast millum teir bestu í heiminum, so er tað at rógva í føroyska bátinum heilt øðrvísi og krevur tekniskar førleikar, sum tað er neyðugt at venja meiri enn í eina viku.