Fortreytirnar hjá Team Klaksvík vóru ikki tær bestu.
Pole J. Hansen situr ikki longur í venjarastarvinum, og Damir Oros hevur tikið við avbjóðingini sum hjálparvenjari hjá Tjaldrinum.
Tórður Lervig, sum hevur staðið seg væl seinastu dystirnar, var burturstaddur, Kristoffur Jacobsen og Bent Hansen sótu uttanfyri við skaða.
Hinvegin var tað okkurt sum bendi á, at tað var ein fyrimunur hjá Team Klaksvík.
Uppflytararnir spældu sín besta dyst á árinum, tá kollfirðingar vitjaðu leygardagin.
KÍF var við yvirlutan allatíðina, men kollfirðingarnir staðfestu ongantíð, at teir fóru at vinna. Team Klaksvík stríddist væl, og munurin var sjáldan størri enn fýra mál.
Men so gekk orkan undan hjá uppflytarunum.
Avrikini vóru lítið sannførandi í verjupartinum, og kollfirðingar spældu seg einfalt til møguleikarnar.
Tá runnu kollfirðingarnir undan og vunnu tryggan sigur. Endaliga úrslitið var 37-24.









