Talv
Kollafjarðar Talvfelag er í stórari kreppu. Torført er hjá Hans Kristian Simonsen og hinum kollfirðingunum at manna tað eina liðið teir hava í FM-liðkappingini. Tá stendur sjálvsagt sera illa til. Fyrst í øldini var KT eitt hitt fólkaríkasta talvfelagið í landinum við umboðan í øllum deildunum.
Tá vestmenningar komu á vitjan í Kollafirði leygardagin manglaðu heimaliðið mannin á 4. borði. Sjúrður Thorsteinsson - sum saman við John Rødgaard var komin úr Suðuroy - vann tískil talvið uttan at flyta ein leik.
Hans Kristian leikti somikið væl byrjanarspælið við svarta fólkinum, at John Rødgaard sá seg ikki føran fyri at fáa nakran serliga fyrimun. Teir samdust um ein skjótan javnleik. Jákup á Rógvi Andreasen vann á 3. borði trygt á Árant Djurhuus.
Longsta talvið varð millum Eyðálvur Johannesen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Seinast nevndi hevði lítlan fyrimun í miðspælinum, men eitt mistak viðførdi, at Eyðálvur fekk betri støðu. Støðan tyktist tó at vera í javnvág, tá teir samdust um javnleik í fjórða tímanum.
Vestmenningar hava nú 8 stig, meðan kollfirðingtar hava -1 stig. Orsøkin til minusstigið er, at stig verða tikið frá liði, sum ikki megnar at møta fullmannað til dyst.
Sandavágsmenn høvdu møguleikar
Klaksvík 1 vann á heimavølli stórsigur 3,5-0,5 á sandavágsmonnum. Hugdu tú at støðunum á talvborðunum hálvan tíma undan seinasta talvið var liðugt, hevði tú ikki væntað slíkan stórsigur. Eitt nú hevði Bernhard Augustinussen vinnandi støðu ímóti Finnbjørn Vang, og javnvág var í talvinum millum unga evnaríka Rógva E. Nielsen og Ólavur Simonsen.
Men við eitt varð vent í holuni. Bernhard misti sín riddara á miðjum borði, og Rógvi yvirspældi sína støðu. 2-0 til KTF. Og stutt aftan á vann Steintór Rasmussen á Torkili Nielsen. Steintór telvaði sera optimistiskt og væl.
Olaf Berg, sum nú telvar við ST, og Heini Olsen leiktu ein áhugaverdan javnleik á 1. borði. Klaksvíkingar tykjast væl fyri í ár, og torført verður ivaleyst hjá verandi føroyameistarunum úr Vestmanna at endurtaka flotta FM-sigurin. KTF 1 og KT hittast í 4. umfari. ST og KTF 2 verður ein spennandi og opin dystur.
Styrkt havnarlið vann stórsigur
Havnarmenn hava styrkt sær liðið við hvalvíkingunum Finnbjørn Zachariassen og Martin Brekká. Klaksvík 2 fekk einans hálvt stig norður við til Klaksvíkar aftur.
Martin Poulsen hevur fingið eina góða kappingarbyrjan við 2,5 stigum av 3 møguligum. Hann vann uppgerðina á 1. borði ímóti Terja Petersen.
Við sigrinum hava havnarmenn 6,5 stig og nærkast nú toppinum. Megna teir støðugt at hava somu manning, kunnu teir saktans fáa oddaliðini aftur. Komandi leygardag hava havnarmenn møguleika at ota seg enn longur fram, tá ið teir vitja í Vestmanna.
Klaksvík 2 er framvegis væl fyri við sínum 5,5 stigum.
2. deild
Vestmenningar hava tvey lið í 2. deild, og sigast má, at munur er á liðunum. Tað eina er nevniliga fremst, meðan hitt er aftast. Havnin 3, Sandavágur og Havnin 2 fylgja tó væl við oddaliðnum.
Sandavágur er fremst í unglingadeildini, meðan Klaksvík 3 hevur leiðsluna í 3. deild.