Klaksvíkingar mist vónina um Norrønu

Býráðið hevur sagt samstarvsavtaluna við Smyril Line upp og tey vænta ikki, at Norrøna verður nakað at byggja álitið á í framtíðini

Klaksvíkingar hava nú mist vónina um at fáa nakað burtur úr Norrønu.

Tað staðfestir Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík.

Fyri trimum árum síðani gjørdu Klaksvíkar Býráð og Smyril Line samstarvsavtalu um, at tá ið tað ikki viðraði hjá Norrønu at leggja at í Havn, skuldi hon brúka nýggju Norðhavnina í Klaksvík.

Men tað hevur gingið meiri strilti, tí Smyril Line hevur heldur viljað lagt Norrønu í Kollafirði, tá ið ikki er farandi inn um molan í Havn.

Borgarstjórin í Klaksvík sigur, at samstarvsavtalan ímillum Klaksvíkar Býráð og Norrønu gekk til 1. oktober í ár og í summar segði býráðið avtaluna upp.

Síðani hevur býráðið samráðst við Smyril Line um eina nýggja samstarvsavtalu, men borgarstjórin dylir ikki fyri, at hon hevur smáar vónir.

- Smyril Line hevur gjørt av, at tey vilja heldur brúka Kollafjørð og tað er okkurt, sum sigur mær, at skulu vit útvega Norðhavnini inntøkur, er tað neyvan Norrønu, vit skulu seta okkara álit á, staðfestir hon.


Kanna aðrar møguleikar

Men tað verður kortini arbeitt víðari í roydnunum at útvega Norðhavnini inntøkur og hóast tað neyvan verður frá Smyril Line, eru vónirnar góðar um at finna aðrar inntøkukeldur.

Gunvá við Keldu sigur, at arbeitt hevur verið við at fáa útlendskt ferðamannaskip til Klaksvíkar.

- Hildið verður fram við teimum royndunum, hóast tað er sera drúgført arbeiði.

Annars verður roynt at fáa samvinnu í lag við russisk skip og eisini tað hava tey vónir um.

Men samstundis seta tey sítt álit á, at virksemið byrjar aftur á Kósini og at tað fer at føra fleiri skip til Klaksvíkar og so er tað skipið, sum kemur ístaðin fyri Næraberg.

- Nú er Norðhavnin gjørd og so er tað okkara avbjóðing at finna henni inntøkur, staðfestir Gunvá við Keldu.