Seint seinnapartin eigur AB heimavøll ímóti KÍ. Dysturin er merkisverdur á tann hátt, at argjamenn sjálvir taka sær av at stroyma dystin.
Hóast AB framvegis er á niðurflytingarplássi, so er fótbóltslagið gott á Argjum. AB hevur vunnið seg í hálvfinaluna í steypakappingini, og fyri stórari viku síðani eydnaðist tað at vinna fyri fyrstu ferð á heimavølli í landskappingini, tá ið tveir ungir argjamenn skoraðu ímóti EB/Streymi.
-Nú bíða vit spentir eftir avbjóðingini ímóti KÍ. Tað verður einki øðrvísi. Vit fara at royna at spæla fótbólt í staðin fyri at sparka, og vit fara at leypa á og samstundis ansa eftir í verjuni, sigur málverjin og liðformaðurin Heðin Stenberg.
Absalon Eliasen og Hørður Tórsson eru framvegis skaddir, og tað er ivasamt, um annar av málskjúttunum ímóti EB/Streymi, Filip í Liða, er førur fyri at spæla, tí hann er plágaður av vøddaskaða í baklærinum.
Síðsti KÍ sigurin var eisini 2-0 ímóti EB/Streymi. Síðani hevur talan verið um tap í Gundadali ímóti B36, tap á heimavølli ímóti Víkingi og javnleik á heimavølli ímóti NSÍ.
-Vit vóru vónbrotnir um úrslitið, men vit vístu góðan hugburð ímóti NSÍ, og hann taka vit við okkum suður á Argir seinnapartin, sigur KÍ liðformaðurin Páll A. Klettskarð.
Leygardagin áttu Hjalgrím Elttør og Óli Eyðsteinsson Poulsen stóran leiklut á næstbesta liðnum. Tað vil siga, at teir vera ikki millum teir fyrstu ellivu ídag. Hákun Edmundsson og Kristoffur Jakobsen eru framvegis skaddir. Tað er ivasamt, um Ólavur Niclasen er førur fyri at spæla.
Miðvallarin Jákup B. Andreasen er leikbannaður. Tað er dyggur smeitur.
Meinhardt P. Joensen var ikki við ímóti NSÍ, eftir at hann fór av vøllinum við heilaskjálvta, tá ið Víkingur var í Klaksvík. Hann hevur vant alla vikuna og er tøkur aftur. Deni Pavlovic var leikbannaður ímóti NSÍ. Hann er við aftur ídag.
Tá ið AB var í Klaksvík áttanda apríl, endaði tað við 3-1 heimasigri.