Klaksvíkar Kommuna hevur skrivað út eina kapping um at geva nýggju móttøkuni hjá kommununi navn. 10.000 krónur standa upp á spæl
Klaksvíkar kommuna fyrireikar í løtuni eina nýggja móttøku til tey, sum venda sær til kommununa við einum hvørjum spurningi. Móttøkan skal verða bindiliðið millum borgaran og kommunalu umsitingina.
Í tí sambandi leitar Klaksvíkar kommuna eftir einum nýggjum navni til hesa móttøku, og kommunan hevur skrivað út navnakapping um hetta navn.
Navnið skal hava slagstyrki, tað skal sita væl, og tað skal verða snøgt. Freistin at lata uppskot inn er tann 22. februar 2007.
Borgarstjóri, leiðarin fyri nýggju móttøkuna og eitt listarfólk sita í dómsnevndini, sum skal finna rætta navnið. Vinnarin fær 10.000 krónur.










