Fiskivinna
Tvey línuskip landaðu í Klaksvík í gjár.
Klakkur hevði 90.000 pund av brosmu og longu, og Kvikk hevði sløk 80.000 pund, meginparturin var hýsa.
Trolbáturin Fiskaklettur landaði eisini í Klaksvík í gjár. Teir høvdu sløk 54.000 pund tilsamans, harav vóru 29.000 pund av upsa og sløk 10.000 pund av havtasku.
Í morgin kemur línuskipið, Jákup B, undan Íslandi og trolbáturin Varðin undan Føroyum, men á landingarmiðstøðini í Klaksvík vistu tey ikki í morgun, hvussu gingist hevur hjá teimum hendan túrin.
Seinni í hesi vikuni vænta tey partrolararnar Safir og Smaragd til landingar í Klaksvík.
Partrolararnir, Nónhamar og Fjalshamar, sum herfyri skiftu eigara, fóru út á triðja túrin leygardagin, so teir eru ikki væntandi aftur hesa vikuna, um alt gongur sum ætlað.
Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík verður sagt, at útróðurin hjá bátunum, ið royna við línu, er misjavnur.
- Summir dagar eru rættiliga góðir, og aðrir roynast minni væl.
Høgaættin er ikki hin besta norðanfyri, men tá roynandi er, eru bátar eisini á útróðri.