Klaksvíkingar kneykaðu høvuðsstaðnum

8-mannafør: Nevið Reyða var fremstur í sera spennandi kapping við Argjabátin og Knørr

Eingin eigur so nógv FM heiti sum 8-mannafarið Argjabáturin. Tað er rættilga sannlíkt, at argjamenn aftur í ár fara at vera við í FM stríðnum.

Í fjør varð tað ikki avgjørt fyrr enn í síðstu tøkunum á ólavsøku, at Argjabáturin vann FM í sera stórari kapping við Nevið Reyða.

Í dag vóru tað aftur Argjabáturin og Nevið Reyða, sum kappaðust á norðoyastevnu. Og í dag var tað Nevið Reyða, sum var fyrstur á mál.

Argjabáturin var ein lítlan skut aftanfyri, og Knørrur var so mikið væl við, at tað er rættiliga sannlíkt, at eisini hann fer at vera við í FM stríðnum.

 

1 Nevið Reyða    04.53.14

2 Argjabáturin    04.54.11

3 Knørrur             05.56.05

4 Heiðabáturin

5 Ørvur

 

6 Gullbrandur