KÍF mundi vera favorittur á heimavølli ímóti Team Klaksvík í kvøld, men stigini fóru við klaksvíkingum, sum vunnu 16-22.
Kollfirðingar vóru skerdir eins og teir vóru ímóti Neistanum sunnudagin.
Kortini var nýggi russiski bakkurin, Nikolay Bliznov á vøllinum. Hann skoraði flestu málini hjá KÍF í kvøld, men fekk ikki nógvan stuðul á málskjúttalistanum.
KÍF var uttan sín nýggja bakk, Vuk Stevancic, sum hevur leikbann eftir reytt og blátt kort sunnudagin.
Men hin bakkurin, Valentino Valentakovic var á vøllinum og fekk aftur nógv mál í dag.
Sambært jn.fohevði Team Klaksvík hug at vera á odda, og tað eydnaðist eisini at vera á odda 10-8 í steðginum.
Team Klaksvík helt eisini allan vegin heim og vann 22-16 og sostatt fyrstu stigini síðani sigurin í niðara endaspælinum í 2019.
Burn menn:
KÍF - Team Klaksvík 16-22
KÍF: Nikolay Bliznov 6, Rani A. Højgaard 4, Hørður F. Sigþórsson 2, Atli L. Hammer 1, Teitur Joensen 1, Poul F. Egholm 1, Tony H. Weyhe 1.
Team Klaksvík: Valentino Valentakovic 5, Jens Pauli Mohr 4, Kjartan á Gravarbø 4, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Beinir Johannesen 3 (2), Vilhelm Vilhelmsen 2, Dánjal Kjærbo 1.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 1 | 34 | 17 | 17 | 2 |
TEAM KLAKSVÍK | 2 | 45 | 41 | 4 | 2 |
KYNDIL | 1 | 25 | 23 | 2 | 2 |
VÍF | 1 | 28 | 26 | 2 | 2 |
NEISTIN | 1 | 28 | 27 | 1 | 2 |
KÍF | 2 | 43 | 50 | -7 | 0 |
STÍF | 2 | 43 | 62 | -19 | 0 |