Klaksvíkingar keypt Fiskivarða

Fiskivarði, sum hevur havt heimstað á Oyri seinastu árini, er nú seldur til Klaksvíkar.

Hans Jákup Vitalis sigur við Norðlýsið, at báturin, sum áður hevur itið Polarlaks, Kvíggjarfossur og Elna Tønn, er bygdur í Esbjerg í 1960 úr eik og bók.

- Teir, sum hava átt bátin, hava hildið hann sera væl, og Fiskivarði er eisini væl útgjørdur, eitt nú við einari Mustad-egningarmaskinu, sigur hann.

Riba, sum Fiskivarði nú kallast, hevur 150 fiskidagar, nú hann fer á línuveiðu undir Føroyum. Seks mans verða við bátinum, skrivar Norðlýsið, sum eisini eigur viðheftu mynd.