Klaksvíkingar hildið teldustevnu

Um vikuskiftið hava ungir klaksvíkingar skipað fyri teldustevnu á Tekniska Skúla

Mangar eru ítróttarstevnurnar, ið hildar verða kring landið um sumrarnar. Men nú hava unglingar í Klaksvík tikið seg saman at skipa fyri einum heilt øðrum slagi av stevnum. Talan er um sokallaðar teldustevnur, har ung sita og spæla telduspøl, rógva út á internetinum og kjatta saman eitt heilt vikuskifti.


Eitt ár á baki

Farna vikuskiftið var aftur teldustevna í Klaksvík. Hetta var tann fjórða síðani byrjað varð at halda teldustevnur fyri einum ári síðani. Og áhugin fyri teldustevnunum er stórur. John Sivertsen, ið er ein av fyriskiparunum sigur, at øll kring landið, ið hava røttu útgerðina, eru hjartaliga vælkomin á teldustevnu. Men hóast ung úr øllum landinum ikki tysja til Klaksvíkar á teldustevnu, er talið av luttakandi heilt fitt kortini.

Fyri at sleppa við á teldustevnuna er neyðugt at hava sína egnu teldu við sær. Teldan verður síðani bundin í net, saman við hinum teldunum, so til ber at kappast í ymiskum spølum.


Internetsamband

Hesuferð beyð Tekniski Skúli fyriskiparunum internetsamband, so luttakararnir á teldustevnuni eisini høvdu møguleika at rógva úti á internetinum, somuleiðis sum møguleiki eisini gjørdist fyri at kjatta. Hetta kom sera væl við, tí áhugin at luttaka á teldustevnu gerst størri, tá møguleiki eisini er fyri at sleppa út á internetið.

Internetsambandið gjørdi, at sera nógv varð kjatta á teldustevnuni á hesum sinni. Men eisini royndu luttakararnir dygdir sínar í nýggjastu og best umtóktu telduspølunum á marknaðinum.


Sova í skúlanum

Teldustevnurnar vara vanliga frá fríggjakvøldi til sunnudag. Tá spælt verður við teldum gongur tíðin skjótt, og ofta fara næturnar, uttan at luttakararnir leggja tað til merkis. Tí er vanligt at sova í skúlanum, tá teldustevna er. Tá kann ein leggja seg um ein gerst troyttur, og eingin tíð fer til spillis í ferðing til og frá húsum.


Keypa net

John Sivertsen sigur, at ætlanin er at savna inn pening, so eitt net kann keypast til at binda luttakarateldurnar á komandi teldustevnum saman. Tað netið, ið nýtt verður í løtuni er ikki nóg gott, og tí vóna fyrireikararnir, at skjótt fer at bera til at keypa nýtt net.

Í løtuni kann ikki sigast nær næsta teldustevnan verður hildin í Klaksvík. Fyrireikararnir siga, at tað ikki er reglubundið, nær teldustevnur verða hildnar, men at tær heldur verða hildnar, tá hugur og møguleiki er til tess.