Klaksvíkingar hanga í

Áttanda umfar í liðkappingini í talvi varð leikt sunnudagin, eftir at steðgur hevur verið í liðkappingini í góðar tríggjar mánaðir

Talv

 

Hóast ein sigur á 3-1 vanliga er ein góður sigur, so kann sigast, at Vestmanna snávaði, tá teir vunnu 3-1 á øðrum liði hjá klaksvíkingum. Rødgaard vann Rana Nolsøe í einum buldraligum talvi, har menn vóru ymiskir á máli, um hvør stór betri. Rani fór í svart við svarta fólkinum í svárari tíðarneyð og gav John tríggjar finnur og harvið stigið. Carl E. N. Samuelsen vann greitt móti Terja Petersen á øðrum borði, og á triðja borði vóru Martin Brekká og Wille Olsen í sunnudagshýri við einum skjótum javnleiki. Samson Højgaard sá út til at fara at basa Rógva Dragaberg, men bergið varð ikki til at høgga í, og dró ein javnleik heim í hús.

 

Klaksvíkingar trumfaðu

Sandavágur, ið hevur havt eitt gott kappingarár, vitjaði fyrsta liðið hjá Klaksvík. Tað sum teir ikki vistu var, at Heini Olsen var við aftur, og hesin skelkur man hava sett síni spor, tí Heini vann við svarta fólkinum á Olafi Berg við einans 14 leikum. Steintór datt sostatt niður á annað borð, har hann møtti Torkili Nielsen. Talvið teirra millum var sera javnt og endaði eisini við javnleiki. Á triðja borði møttust Ólavur Simonsen og ungi Rógvi E. Nielsen. Rógvi legði út sum eitt óløgið, men var ov grammur við at ofra ein mann, sum eisini kostaði honum stigið. Finnbjørn Vang møtti Jón Gregersen á fjórða borði. Jón hevði einki talv tapt í ár, men Finnbjørn vildi annað, og telvaði eitt frálíkt og trygt talv, har hann tók tað heila stigið. Sostatt endaði dysturin 3,5 – 0,5 til Klaksvík.

 

Havnini nærkast triðja plássi

Havnin vann 4-0 á øðrum liði hjá Vestmanna, og liggur nú bert eitt stig aftanfyri Sandavág. Martin Poulsen telvaði eitt gott talv móti John Jacobsen, har hann megnaði at vinna við ymiskt littum bispum. Føroyameistarin, Helgi D. Ziska, fekk skjótt yvirtakið móti Kára Durhuus, har Kári valdi at geva býtismun undir trýsti. Hetta var tó ikki nokk, og Helgi streyk avstað við stiginum. Á triðja borði sá út til at Martin Jóanesarson kom væl frá byrjan, men ein feilur gav Herluf Hansen tvær finnur, og Herluf koyrdi talvið trygt heim. Hjalti T. Jógvansson lumpaði Rógva Hansen á fjórða borði og vann ein mann. Rógvi valdi at gevast eftir bert 15 leikir, tá støðan eisini var vónleys.

 

Spenningurin øktur

Eftir at Klaksvík vann eitt hálvt stig inn á Vestmanna, er munurin nú minkaður niður í 2,5 stig. Hetta er sjálvandi enn nógv og merkir, at Klaksvík skal vinna 3,5 móti Vestmanna fyri at taka teir, um støðan heldur sær eftir komandi umfar. Tá møtast hesi liðini:

Havnin – Klaksvík

Vestmanna 2 – Klaksvík 2

Vestmanna 1 – Sandavágur

 

Havnin fimm stig fremst í 2. deild

Havnin skal bert hava trý stig tvey tey seinastu umførini fyri at tryggja sær pláss í bestu deildini. Komandi vikuskifti møta teir argastu kappingarneytanum, ið er Kollafjørður. Tað vil tí siga, at ein sigur á 2,5 er nokk til at leggja Havnina fýra stig frammum Kollafjørð, og harvið er uppflytingin so at siga tryggjað.