Á flaggdagshaldinum í Klaksvík, sum byrjar klokkan 15 í dag, heldur John William Joensen, blaðmaður, flaggrøðu Árliga flaggdagshaldið, sum klaksvíkingar skipa fyri, byrjar í dag klokkan klokkan 15.
Úr Klaksvík verður sagt, at farið verður úr Klaksvíksgarði heim í Vágstún.
Skótar og hornorkestur fara at ganga skrúgongu, og við í skrúgongini í Klaksvík verða gestir, sum sigla við Logos Hope.
Veðrið um meginpartin av landinum er gott í dag, men skuldi tað hent, at dagurin broytist, og at tað ikki viðrar so væl klokkan 15, verður farið undir skýlið við fótbóltsvøllin í Klaksvík.
Alt bendir tó á, at veðrið ikki fer at spæla flaggdagshaldunum eitt puss í dag, soleiðis sum líkindini eru í løtuni.
Tað verður John William Joensen, blaðmaður, sum fer at halda røðu í Klaksvík.
Eftir haldið, bjóða skótar í Klaksvík flaggdagskaffi í KFUM & K.
Úr Klaksvík siga tey, at øll eru vælkomin til haldið.










