Hóast hálvonnur vika er liðin, síðani Atlantic Airways-kappingin hjá monnunum fór í gongd, hevur Team Klaksvík, enn ikki verið í dysti.
Men í kvøld klokkan 19 skal hondbóltsfelagið hjá klaksvíkingum í eldin í sínum fyrsta dysti, sum verður ímóti StÍF í ítróttarhøllini á Skála.
Í Sunset-kappingini hjá kvinnum er eisini eitt lið, sum enn ikki hevur verið í dysti. Tað er Tjaldur, sum tó sleppur at royna seg um vikuskiftið, tá Stjørnan vitjar í Runavík.