Klaksvíkingar gloyma beltið

Klaksvíkingar leggja lítið í reglurnar um at spenna seg í trygdarbelti í bilinum.

Ferðslupolitiið var í Klaksvík í gjár. Av teimum 70 bilunum, sum steðgaðir vóru í hálvan annan tíma, sótu 57 bilførarar ikki í trygdarbelti.

10 bilførarar tosaðu í telefon, og trý børn sótu ikki í trygdarbelti.

Mánadagin stóð ferðslupolitiið í Havnargøtu í Havn - ella í røntguni sum tey kalla. Í tveir tímar vórðu 51 bøtur skrivaðar fyri ymisk brot á ferðslulógina.