Klaksvík: Fríggjadagin var fundur í Odense um vinarbýarsamstarvið, sum er millum Odense, Klaksvík og aðrar býir úr Norðurlondum.
Evni á fundinum var framtíðini hjá hesum samstarvinum, og hvørjir møguleikar liggja í tí.
? Vit hava góðar royndir á skúlaøkinum, tí har er nógv hent seinnu árini, men vit vilja hava meiri burturúr á øðrum økjum eisini, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.
Saman við honum eru eisini John Færø, býráðsskrivari, Jórun Høgnesen, formaður í mentanarnevndini, og Asbjørn Lómaklett, skúlastjóri, við á fundinum.
Samstarvið millum býirnar skal eftirmetast og kannast.
? Vit skulu finna út av, um vit veruliga fáa nakað burtur úr samstarvinum, og hvussu vit skulu skipa tað framyvir, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Umboðini úr Klaksvík fóru av landinum hósmorgunin, og tey verða aftur longu í dag.










