Nýggja hondbóltsfelagið í Norðoyggjum hevur stríðst við KÍF um uppflytingarsessin í aðru deild, men tá KÍF í gjárkvøldið tapti fyri VÍF, reyk seinasti spenningurin at kalla. Kollfirðingar kunnu enn koma ájavnt Team Klaksvík í stigum, men í málmuni er Team Klaksvík í løtuni 137 mál frammanfyri.
Fríðin Ziskason er formaður í Team Klaksvík, og hann er sera fegin um, at tað hevur eydnast teimum at vinna uppflyting longu í fyrstu royndini.
- Tað var málið, sum vit settu okkum, tá vit fóru undir hetta. Til tað hava vit brúkt fleiri spælarar, sum vit neyvan sleppa at brúka komandi ár, tá alt helst verður meira seriøst, sigur hann. Eitt nú hava spælarar sum Kurt Mørkøre, Allan Mørkøre, John Petersen, Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen styrkt um liðið í ár.
Hann leggur eisini dent á, at endamálið við nýggja felagnum júst er at skapa eitt tilboð til evnaríku spælararnar, sum eisini eru á mannfólkasíðuni í Klaksvík.
- Vit byrja við hesum, og næsta ár verða fleiri lið við. Vit hava valt ikki at byrja við yngru deildunum, men longu komandi vetur verður í øllum førum eitt ? og kanska tvey ? dreingjalið við í landskappingini, sigur hann.










