Klaksvíkingar flúgvandi

Við stórsigri á toftamonnum, hava klaksvíkingar lagt seg á odda í 1. deild

Talv

Verandi føroyameistararnir úr Klaksvík halda fram har teir sleptu seinasta kappingarár. Tveir góðir sigrar hava førkað teir eitt stig ovari enn kollfirðingar, sum helst eisini verða tungir at dansa við í ár. Kappingin um miðjuna tykist eisini hørð í ár.
Toftamenn hava brúk fyri Jens Kristiani Hansen, um teir ætla sær at yvirliva í fremstu røð. Orsakað av arbeiðnum hjá sær, liggur ikki væl fyri hjá Jens Kristiani at telva í FM-liðkappingini.

Eyðsýndur munur
Toppur og botnur hittust á Toftum sunnudagin. Útiliðið fór heimaftur við nærum fullari last, einans hálvt stig lótu teir liggja eftir á Toftum. Ólavur Simonsen, Finnbjørn Vang og Tummas M. Anthoniussen vunnu sínu talv, meðan Ingolf Gaard leikti javnt móti Oddmar Andreasen á 4. borði. Heldur ikki hesaferð var klaksvíksliðið fullmannað. Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe høvdu ivaleyst styrkt liðið, men tað tykist ikki sum tann stóri tørvur er á einum fullmannaðum liði. Klaksvíkingar hava nógv gott fólk.

Hvalvíkingar reistu seg
Tíverri fyri havnarmenn og kappingina sum heild, møtti triðja borð hjá Havnar Telvingarfelag ikki upp. Hvalvíkingar áttu tí servuna. Kortini var tað heldur óvæntað, at hvalvíkingar vunnu 2,5 - 1,5.
Finnbjørn Zachariassen megnaði at halda Martini Poulsen vekk frá konginum. Javnleikur varð úrslitið á 1. borði. Olaf Berg vann á Martin Brekká, meðan olympiadutelvarin frá OL 1976 í Haifa, Kári Petersen, vann á evnaríka Helga D. Ziska! Kári telvar millum lítið og einki, men evnaríkur er fyrrverandi OL-telvarin í øllum førum.
Ein kærkomin og flottur sigur til hvalvíkingar. Rógvi W. Rasmussen er á styrkilistanum og við honum á liðnum, kunnu teir á einum góðum degi vinna á øllum liðum. Havnarmenn koma við vissu sterkt aftur.

Nullloysn í Kollafirði
Toppskorarnir í júst leiktu talvolympiadu, John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen, hittust á 1. borði. Talvið endaði javnt og dysturin endaði somuleiðis við javnleiki. Samson Højgaard hevur, eftir sín javnleik móti klaksvíkingum í seinastu viku og nú við sigri á Eyðálvi Johannesen á 3. borði, fingið eina góða kappingarbyrjan fyri vestmenningar. Torbjørn Thomsen reisti seg eftir tapið í seinastu viku ímóti Martini Brekká og vann hann sunnudagin á Jákup á. R. Andreasen.
Kollfirðingar eru neyvan nøgdir við úrslitið, meðan vestmenningar nú hava blandað seg í medaljustríðið.
Í komandi viku hittast vestmenningar og toftamenn í Vestmanna. Hvalvíkingar vitja í Klaksvík, meðan havnarmenn og kollfirðingar bresta saman í Havnini.