Tað varð vent upp og niður upp á røðina, tá ið 6-mannaførini við kvinnum fóru um málið á Vestanstevnu. Í fimm teimum fyrstu róðrunum í ár hevur Gongurólvur verið greiður vinnari.
Á Varmakeldu var Páll Fangi úr Klaksvík leingi væl við, og í dag eydnaðist tað Páll Fanga at vinna á Gongurólvi.
Dagurin var einki serligur hjá kvinnunum í Havnar Róðrarfelag. Umframt at síggja Páll Fanga fara framum, so sóu tær á Gongurólvi eisini Jarnbard fara um málið frammanfyri seg.
Fyrsta partin av teininum bendi einki á, at Páll Fangi skuldi fara at vinna. Starturin hjá klaksvíkskvinnunum var einki serligur, og eina løtu vóru tær aftanfyri Jarnbard, Gongurólv og Hvessing.
Men tær á Páll Fanga vístu seg at vera ógvuliga treystar, og tað bar fyrsta sigurin í ár við sær.
Úrslit
1 Páll Fangi 05:16.20
2 Jarnbardur 05:17.10
3 Gongurólvur 05:19.03
4 Sølmundur 05:26.13
5 Romvlvs 05:28.13
6 Hvessingur 05:30.11
Støðan
1 Gongurólvur 40
2 Páll Fangi 36
3 Sølmundur 29
4 Jarnbardur 26
5 Hvessingur 18
6 Romvlvs 13