Liðkappingin í billard er av á hesum sinni. Og sum ikki einaferð vóru tað klaksvíkingar, sum fóru við sigrinum og harvið gullinum. Teir báðir elituspælararnir hjá Klaksvíkar Billardfelag, Kristian Sune Høgnesen og Hallur Joensen vunnu ein rættiliga tryggan sigur og fingu 82 stig. Nakað aftanfyri komu gomlu Mimirsveteranarnir Steinbjørn í Dali og Jan Müller. Teir fingu 54 stig og silvur. Fuglafjarðar Billardfelag við Njál Petersen og Árant Berjastein fekk 50 stig og bronsu. Nr. 4 gjørdist Klaksvíkar Billardfelag2 við 41 stigum, nr. 5 Havnar Klubbi2 við 41 stigum, nr. 6 Havnar Klubbi1 við 40 stigum og aftast Klaksvíkar Billardfelag3 við 28 stigum. Besta einstaka umfarið í kappingini hevði Sonhard Johannesen við 224 eygum.
FM fyri staklingar
Føroyameistarakappingin fyri staklingar verður í Klaksvík 28. og 29. mars. Tá vera 8 spælarar við. Spælt verður fyrst í tveimum bólkum og fara tveir teir bestu úr hvørjum bólki víðari til endaumfarið, har spælt verður um 3. pláss og síðani 1. og 2. pláss. Sponsor til FM kappingarnar í billard er Føroya Bjór. Føroyameistari í fjør gjørdist Hallur Joensen úr Klaksvíkar Billardfelag.










