KÍ missir nú enn tveir av spælarum sínum. Síðani niðurflytingina hava mest sum allir teir størstu profilarnir á liðnum leitað sær til onnur feløg, og nú er greitt, at tveir úr yngra endanum eisini fara gjøgnum undirsjóvartunnilin hetta kappingarárið. Eli Simonsen hevur nevnliga tikið av møguleikanum at spæla Vodafone-bólt á Toftum, meðan Oddmar á Lakjuni fer í fótasporunum hjá eldra beiggjanum, Heðini, og skal spæla við NSÍ í summar.