Klaksvíkingar eru ósigraðir í 10 dystum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Liðskiparin hjá KÍ, Jonas Flindt Ramussen stórfegnast um góðu gongdina

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við liðskiparan hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen aftaná 1-0 sigurin hjá KÍ í dystinum ímóti HB norður í Klaksvík fyrr í dag. KÍ eru nú ósigraðir í 10 dystum á rað í lands- og steypakappingini.

 

Liðskiparin hjá KÍ heldur, at HB byrjaði dystin betur, men hann heldur, at hann og liðfelagarnir vunnu seg upp, sum dysturin leið.

 

Jonas Flindt Rasmussen er samdur um, at Jóannes Bjartalíð og Páll Klettskarð hava nógv at siga fyri liðið við teirra málum, og málgevandi sendingum, men hann undirstrikar, at tað er alt liðið, sum vinnur.

 

Liðskiparin heldur, at eingin hevði droymt um, at teir fóru at standa seg so væl aftaná 11 umfør. Jonas Flindt Rasmussen undirstrikar, at hann og liðfelagarnir eru sera fegnir um stuðulin teir fáa í Klaksvík. Ein stuðul, sum veruliga fløvar.