Klaksvíkingar eru øgiliga svangir

Hjá B68 er tað ivasamt, um Fróði Benjaminsen verður førur fyri at spæla í Klaksvík

Nú skal tað vera, um nakrar hugsningur skal vera um at vera við, har tað er hugaligt at kappast. Hetta eru fótbóltshugaðu klaksvíkingarnir samdir um undan B68 vitjanini.

Mikukvøldið vandu nýggju jugoslavarnir fyri fyrstu ferð, og vit skilja á lagnum, at ætlanin er, at 32 ára gamli Zoltan Kujundzic skal verja málið móti B68, og at 22 ára gamli Srecko Milicevic verður í álopinum.

Um jugoslavarnir verða við, so verður liðið broytt, sammett við tað, sum spældi málleysan javnleik í Gøtu. Tað er eisini greitt, at aðrir spælarar, sum ikki vóru við í Gøtu, verða við móti B68. Harley Bertholdsen var sjúkur, og Marek Wierczbicki var í Póllandi. Teir eru báðir komnir afturíaftur og eru sjálvskrivaðir á liðnum.

Spurningurin er so, hvørjar spælarar Sivic velur at seta á beinkin. Tað er ein sannroynd, at blaðungu menninir ? t.d. Kristian á Lakjuni ? hava roynst væl, meðan onkrir av teimum, sum vóru við til at vinna FM og steyp í fjør, og sum tað hevur verið roknað nógv við í ár, ikki enn hava verið sannførandi.

John Ryan hevur verið skaddur í fleiri vikur. Hann hevur vant í hesi vikuni.


Liðformaðurin ivasamur

Hjá B68 bendir nógv á, at Jan Petersen, sum í fleiri vikur hevur verið burtur frá við brákaðum rivjabeini, verður við aftur móti KÍ. Fyrrapartin av vikuni vandi hann fyri seg sjálvan, men á Toftum mettu teir tað vera hampuliga góður møguleiki fyri, at Jan verður førur fyri at spæla, og tað verður Eyðstein Skipanes, sum hevur verið skaddur, eisini.

Klaksvíkstúrurin hjá B68 er hin fyrsti, síðani fyrrverandi KÍ venjarin, Jóannes Jakobsen, gjørdist venjari á Toftum. Jóannesi dámdi væl í Klaksvík, og klaksvíkingar hildu nógv av honum. Vinskapurin verður ikki settur upp á spæl, men dýra biðjudag verða teir mótstøðumenn.

Hjá Jóannesi Jakobsen og B68 kemur tað stak illa við, um landsliðsmaðurin og liðformaðurin Fróði Benjaminsen ikki verður førur fyri at spæla. Hann hevur í vikuni verið so mikið plágaður av einum knæskaða, at hann hevur ikki fingið vant, og í hósdagin ivaðust teir á Toftum stórliga í, um hann verður tøkur í morgin.

Í fjør tapti B68 tvær ferðir 5?0 í Klaksvík ? bæði í steypakappingini og landskappingini.B68 fekk síðsta stigið í Klaksvík í 1997, tá úrslitið var 2?2. B68 hevur ofta megnað javnleik í Klaksvík, men teir hava ikki vunnið síðani 1988, tá úrslitið var 0?2.